Putin sissar umheimin: Vit taka bara Krim

Putin sissar umheimin: Vit taka bara Krim
Vladimir Putin vissar í dag Ukraina um, at Russland onga ætlan hevur at innlima aðrar partar av landinum enn Krim-hálvoynna
Russiski forsetin, Vladimir Putin, vísir aftur at russar ætla at innlima onnur øki enn Krim-hálvoynna í russisku tjóðina.
 
18.03.2014 - 14:52

Bert fáar tímar eftir at Vladimir Putin góðkendi eitt uppskot at innlima Krim-hálvoynna í Russland, fór russiski forsetin á røðarapallin í tinginum í Moskva við greiðum boðum til russar og allan umheimin: ”Søguligu bondini millum Russland og Krim-hálvoynna eru so sterk, at tað er sjálvsagt, at Krim verður innlimað í russisku tjóðina,” segði Vladimir Putin.

Virkandi stjórnin í Kiev hevur fordømt, at Russland hevur blandað seg í viðurskiftini á Krim-hálvoynni. Men Putin slær fast, at Russland fer at varðveita eitt tætt tilknýti og góð viðurskifti til Ukraina.

”Viðurskiftini við brøðrafólk okkara í Ukraina hava altíð verið, eru og fara altíð at vera avgerandi fyri okkum,” sigur Putin.

Russiska stjórnin viðurkennir ikki nýggju stjórnina í Kiev, og Putin stuðlar Viktor Janukovitj, sum varð feldur sum forseti í februar mánað.

”Trúgvi ikki teimum, sum royna ar ræða tykkum við Russlandi, og sum rópa hart upp um, at onnur landaøki koma eftir Krim-hálvoynna. Vit hava ongan tørv á nøkrum parti av Ukraina,” segði Vladimir Putin fyrr í dag.

Kelda: Information/ritzau

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763