- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskir lundar í djóragarðinum í Keypmannahavn

Lundar úr Skúgvi eru partur av nýggjum arktiskum øki, sum letur upp í djóragarðinum í Keypmannahavn.

Saman við álkum og lomvigum fara føroysku lundarnir at búgva í einum eftirgjørdum fuglabergi, har gras veksur, og lundaholur eru bygdar. Eisini sleppa lundarnir at svimja og kava eftir føði, sigur Flemming Nielsen, samskipari í djóragarðinum í Keypmannahavn.

Í fjør vár vóru djóraansarar úr djóragarðinum eftir 48 eggum í Skúgvi, sum síðani vórðu klakt í klekingarmaskinum í Danmark. Bert 17 pisur komu úr eggunum, og nakrar doyðu stutt eftir. Nú eru 12 ára gamlir lundar eftir, og teir hava tað gott, sigur Flemming Nielsen.

Tað eru 75 ár síðan, at lundar úr Føroyum vóru í djóragarðinum í Keypmannahavn.

Nýggja arktiska økið í djóragarðinum letur upp í heyst.