Havrannsóknarskipið er kreativ bókføring

26.03.2014 - 13:53
Innlendis›Politikkur
Havrannsóknarskipið er kreativ bókføring
Reimund Langgaard, løgtingsgrannskoðari sammetir fíggingina hjá Jacob Vestergaard av nýggjum havrannsóknarskipi við kreativa bókføring
Undir viðgerðini av nýggjum havrannsóknarskipi kom fram, at stórur ivi er - eisini samgonguni - um fíggingarleistin, ið landsstýrismaðurin skjýtur upp.

Nú løgtingið hevur fyrstu viðgerð av langtíðarleigu av nýggjum havrannsóknarskipi, er greitt, at fleiri samgongufólk ivast um uppskotið er skilagott - ikki minst fíggingarleisturin.
Løgtingsgrannskoðarin, Reimund Langgaard sammetir rætt og slætt fíggingarleistin hjá Jacob Vestergaard við kreativa bókføring, og Jenis av Rana, samgongutinglimur, heldur, at uppskotið má lýsast betri.
Ein annar av løgtingsgrannskoðarunum, partamaðurin hjá landsstýrismanninum, Jóan Magnus Rasmussen, vísir eisini ætlaða fíggingarleistinum frá sær og sigur við heimasíðuna in.fo, at honum ikki dámar leasing.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334