Avlurting: Løgreglan má hava neyðug amboð

27.03.2014 - 13:03
InnlendisSamfelag
Avlurting: Løgreglan má hava neyðug amboð
Rættarnevndin er liðug at viðgera lógaruppskotið um avlurtingarpakkan

Meirilutin í rættarnevndini mælir løgtinginum til at samtykja avlurtingarpakkan og harvið geva løgregluni víðari heimildir at avlurta fólk. Meirilutin mælir til broytingarnar, hóast advokatar, hægstarættardómarar og stjórin í Føroya Tele hava funnist at ætlanini.

Minnilutin í rættarnevndini mælir frá at gera broytingar í rættargangslógini.

Hoyr samrøðu við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinnu í rættarnevndini, í útvarpstíðindunum, sum heldur, at løgreglan má hava neyðug amboð at uppklára álvarsom brotsmál.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnarkirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andakt
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554