Verkfall í Íslandi rakar ikki flúgving til Føroya

Verkfall í Íslandi rakar ikki flúgving til Føroya
Hóast íslendskt eftirlit er við loftrúminum her hjá okkum, ber til at flúgva, hóast verkfall verður, sigur stjórin í P/f Vága floghavn, Jákup Sverri
 
02.04.2014 - 14:40

Warning: Unknown: Unable to allocate memory for pool. in Unknown on line 0 Warning: require_once(): Unable to allocate memory for pool. in /www/kvf/index.php on line 19

Verkfallið, sum hóttir fyritøkuna Isavia og í Íslandi, fær ongan ávirkan á flúgvingina til Føroya og úr Føroyum. Starvsfólk hjá Isavia arbeiða á flogvøllunum í Íslandi. 

Men Isavia stýrir eisini flogferðsluni í íslendska luftrúminum, sum er eitt tað størsta í heiminum. Tað er 5,4 milliónir ferkilometrar. Og hóast íslendskt eftirlit er við loftrúminum her hjá okkum, ber til at flúgva, hóast verkfall verður, sigur stjórin í P/f Vága floghavn, Jákup Sverri Kass. 

Verkfall í fleiri dagar

Fakfeløgini hjá teimum, sum arbeiða hjá Isavia, hava hótt við verkfalli, fæst semja ikki um nýggjar sáttmálar. Boðað er frá verkfalli 8.apríl, 23.apríl og 25.apríl frá klokkan fýra til klokkan níggju á morgni. 

Flogfarið úr Føroyum til Íslands kemur hagar eftir klokkan níggju um morgunin, so verkfallið rakar ikki tað beinleiðis.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128