Fáa tilboð frá bæði landi og kommunum

Fáa tilboð frá bæði landi og kommunum
Hóast eldraøkið verður lagt til kommurnar á nýggjárinum, fer landið framvegis at veita ávísar tænastur
 
02.04.2014 - 16:19

Fólk við sálarsjúku, menningartarni og rørslutarni fara at fáa tænastur bæði frá landinum og kommununum, tá eldraøkið verður lagt til kommunurnar. Tí má hetta markamótið nágreinast. 

Tað stendur í svari, sum Trivnaðarnevndin í løgtinginum fekk í februar mánaði frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. 

Í dag kunnu fólk við menningartarni, sálarsjúku og rørslutarni annaðhvørt búgva heima og fáa heimahjálp frá heimatænastuni, ella búgva á sambýli og í búfelagsskapum. Almannaverkið hevur higartil umsitið øll hesi tilboðini, men nú verður ein partur lagdur út til kommunurnar at umsita. 

179 fólk fáa heimasjúkrarøkt

Tær tænastur, sum verða lagdar út til kommunurnar, verða veittar av Eldradeplinum í Almannaverkinum, og tað eru heimatænastan, røktarheimini og eldrasambýlini. Í skrivinum stendur, at umleið 179 fólk undir 67 ár fáa heimasjúkrarøkt frá heimatænastuni. 

Tær tænastur, sum landið framhaldandi fer at taka sær av, veitir Trivnaðardepilin í Almannaverkinum. Talan er eitt nú um sambýli, búfelagsskapir, umlætting, stuðulsfólkaskipan fyri børn og vaksin við serligum avbjóðingum - millum annað við menningartarni og sálarsjúku. Av tí at ein borgari kann hava tørv á ymiskum tilboðum í lívinum, er neyðugt, at landið og kommunurnar samskipa tænasturnar væl, stendur í skrivinum.  

Endurmenning

Spurningurin, um endurmenning til fólk undir 67 verður ein kommunal ella landsuppgáva, verður eisini  umrøddur í skrivinum. Sagt verður, at sambært lógaruppskotinum verður endurmenningin í Føroyum ikki kommunal uppgáva burturav. Kommunurnar fáa ábyrgdina av tí partinum av endurmenningini, sum hoyrir til økisterapiina, tí økisterapiin hoyrir undir heimatænastuna. Økisterapiin kostar í dag 2,7 mió.kr., og tað er hendan játtanin, ið fylgir við, tá økið verður lagt til kommurnar.

Men um ein borgari til dømis fær heilaskaða, og verður lagdur inn á sjúkrahús í Føroyum ella Danmark, er tað Menningardepilin í Almannaverkinum, sum hevur ábyrgdina at taka yvir, tá heilsuverkið er liðugt við viðgerðina. Almannaverkið skal síðani meta um, hvønn tørv borgarin hevur, og veita rætta tilboðið. Um borgarin hevur tørv á heimahjálp ella heimasjúkrarøkt í heiminum, verður hetta eina kommunal uppgáva.

Í skrivinum stendur eisini, at tað verður mett, at tey tilboð, ið verða veitt í dag, eru nøktandi, og at kommunurnar altíð kunnu veita fleiri tilboð og tænastur, um tær  vilja tað. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979