Sleppa eftir kongafiski í altjóða sjógvi

Sleppa eftir kongafiski í altjóða sjógvi
Frá 1.juli og tað, sum eftir er av árinum, sleppa føroysk skip at fiska kongafisk í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar
 
17.04.2014 - 16:03

Londini í NEAFC, sum umsitur fiskapin í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, eru samd um, at mest loyvda veiðan av kongafiski í ár er 19.500 tons. 
Kvotan er ikki býtt millum londini, men er felags fyri skip úr Føroyum, Grønlandi, ES, Íslandi, Noregi og Russlandi.
Føroysk skip, sum eftir 2006 hava verið í beinleiðis fiskiskapi eftir kongafiski í NEAFC-skipanarøkinum, tað er í altjóða sjógvi í Norðurhøvum ella í Irmingerhavinum, kunnu fáa loyvi at fiska kongafisk í altjóða sjógvi norðanfyri í ár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252