- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norskur skipari: Føroyingar hava rætt til makrelin

Norska fiskivinnan ger alt ov nógv av í stríðnum móti føroyingum um makrelin.

Tað heldur ein fyrrverandi norskur skipari og reiðari, sum hevur fiskað nógvan makrel í føroyskum sjógvi.

Norska blaðið Fiskeribladet/Fiskaren hevur í dag samrøðu við skiparan, Arne Solheim, sum heldur, at norska reiðarafelagið eigur at vera meira fyrikomandi mótvegis føroysku krøvunum, tí makrelurin hevur verið í føroyskum sjógvi í mong ár.

Arne Solheim hevur drúgvar royndir við makrelfiskiskapi í føroyskum sjógvi. Síðani sekstiárini hevur hann roynt eftir bæði makreli og sild um okkara leiðir og í íslendskum sjógvi.

Nógvur makrelur uppií

Arne Solheim greiðir í Fiskeribladet/Fiskaren frá, at longu í sekstiárunum, tá teir royndu eftir sild undir Íslandi og við Føroyar, var nógvur makrelur uppi í veiðuni. Tí áttu norskir myndugleikar at vitað, at makrelur altíð hevur verið í íslendskum og føroyskum sjógvi. Hetta er ikki nakað nýtt, tí veiðan varð fráboðað gjøgnum Norges Sildesalgslag.

Hann veit eisini at siga, at seint í sjeytiárunum staðfestu norsku nótaskipini, at makrelurin hvarv úr ES-sjógvi eystan fyri Hetland - tá funnu teir makrelin í føroyskum sjógvi.

Funnin í Smoguni

Arne Solheim veit eisini at siga, at í 1986, tá makrelurin hvarv úr norskum sjógvi, funnu teir hann í Smoguni norðan fyri Føroyar. Tí heldur hann, at norsku krøvini mótvegis hava verið eintáttað, tí makrelurin hevur ferðast langar leiðir í "fleiri Harrans ár", sum hann tekur til.

- Tí fái eg vaml, tá eg hoyri reiðarafelagið - Fiskebåtredernes Forbund - grundgeva so eintáttað fyri sínum krøvum, sigur Arne Solheim sambært Fiskeribladet/Fiskaren.

Blaðið hevur eisini tosað við skotska fiskimálaráðharran, Richard Lochhead, ið vitjaði norska starvsfelaga sín fyrr í vikuni.

Lochhead ásannar, at føroyingar og íslendingar hava eitt løgborið - legitimt - krav um part í kvotuni, men tað kann ikki halda fram sum nú, har føroyingar og íslendingar hótta makrelstovnin við at áseta sær so stórar kvotur, sigur skotski fiskimálaráðharrin.