Frá at drekka øl til at leypa á sjógv

Frá at drekka øl til at leypa á sjógv
Fyrr varð avbjóðingin at botna eina øl, nú verður avbjóðað í at leypa á sjógv.
22.04.2014 - 09:45

 

Um tú ert føroyingur og hevur facebook, hevur tú óivað sæð ein ella fleiri av tínum facebook-vinum leggja sjónarband út, har tey taka av avbjóðingini, sum er at leypa á sjógv.

 

Á facebook er rákið broytt. Fyrr snúði tað seg um at avbjóða tilnevndum facebook-vinum at botna eina øl, nú verður bjóðað av í at leypa á sjógv.

 

Les eisini: Klárar tú eisini at botna eina øl?

 

”Um vinir tín loypur á sjógv, loypur tú so eisini?” Var og er vanligt orðatak, sum nógv eisini hava sett í samband við hetta átak, nú so nógvir føroyingar hava tikið av avbjóðingini.

 

Eins og við øl tilnevningini eru nógvar meiningar um átakið, har summi halda, at tað bæði vandamikið og fjákut, meðan onnur halda, at tað er stuttligt og frískt átak.

 

Viðmerkið tykkara meining um hetta átak!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.