L.O.C. og Nabiha til Føroya í summar

L.O.C. og Nabiha til Føroya í summar
Summarið nærkast og tað merkir at stóru tónleikatiltøkini runt landið byrja at taka skap.Í vikun vóru tvey høvuðsnøvn almannakunngjørd
24.04.2014 - 20:42

Hóast nøvnini Nabiha og Liam O'Connor ikki eru serliga donsk, so er talan um tvey stór nøvn í donskum tónleiki. Í vikuni almannakunngjørdi Rúni Djurhuus, at danski rapparin, sum best er kendur undir navninum L.O.C. verður høvuðsnavn á tónleikatiltakinum Voxbotn í summmar.

Hetta er annað árið á rað, at Voxbotn roynir seg við einum donskum høvuðsnavni. Í fjør vóru Nic&Jay og Carpark North ovast á plakatuni.  

Eisini G! festivalurin almannakunngjørdi nøvn í vikuni. Ein røð av bólkum koma til Gøtu at spæla og syngja í summar. Men stóra navnið, sum var almannakunngjørt, var Nabiha.

Nabiha hevur afrikanskar røtur, men er fødd á Vesturbrúgv.  Nahiba hevur seinastu árini havt fleiri vælumtøkt løg, sum t.d. "Mind The Gap", "Bang That Drum" og "Ask Yourself"

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155