- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danir vilja hava høggtenn
Fleiri ungir danir hava í hesum døgum fingið sær høggtenn gjørdar. Hetta var á sinni ein trend í USA, har serliga nógvir Twilight-fjepparar vildu kunna líkjast vampýrum. Nú hevur ein amerikanskur tannspecialist, Dnash, verið á vitjan í Århus, har stórur eftirspurningur eftir høggtonnum hevur verið, skrivar DR.
Hetta var í handlinum Fantasy Gate, og undirtøkan varð nógv størri enn væntað. Fólk máttu standa í kø fyri at sleppa at fáa sær høggtenn, og Dnash varð bókaður at verða har ein eyka dag, tí eftirspurningurin var so stórur.
Talan er ikki um nakra permanenta operatión; tað tekur umleið eitt kvarter, og tennirnar kunnu lættliga takast av. Tilfarið er sjálvsagt munnvinaligt, og tað er líkt tí, ið verður brúkt til at líma tannboyla fastan til tennirnar við.
Hvat heldur tú? Er tað langt úti ella kul, at tú kanst koma at líkjast Dracula ella Twilight-figurunum?
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |