Landsstýrið áminning frá Fíggjarnevndini

Landsstýrið áminning frá Fíggjarnevndini
Fíggjarnevndin brúkar uppskotið um pengar til heimið á Sýnini at minna landsstýrið á eldraøkið
Heimið á Sýnini er í ringum standi og skal umvælast fyri góðar 30 milliónir krónur
 
01.05.2014 - 09:32

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum minnir landsstýrið á, at tað eigur at tryggja kommununum, at tær vera ikki verri fyri enn nú, tá tær fáa eldraøkið á nýggjárinum.   

Serliga leggur nevndin dent á ognarviðurskiftini. Nýggju samstarvsøkini skulu ikki fáa ávirkan á fíggjarliga rásarúmið og skuldina hjá kommununum, sigur Fíggjarnevndin.

Nevndin hevur hesi boðini til landsstýrið í álitinum um studningslán og rentufrítt lán úr landskassanum til at umvæla. ellis- og røktarheimið á Sýnini í Vágum.

Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum.   

Heimið á Sýnini skal umvælast fyri 31,5 mió. kr. Helvtin er studningslán og hin helvtin lán úr landskassanum, sum kommunurnar skulu gjalda aftur eftir 13 árum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Morgunlestur fríggjadagur 20.mars 2026
205768
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869