Makrelurin fær onga MSC-góðkenning enn

Makrelurin fær onga MSC-góðkenning enn
Makrelur, sum er fiskaður í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, fær ikki MSC góðkenningina aftur fyrr enn í fyrsta lagi í juli næsta ár
 
05.05.2014 - 15:04

Tað skrivar norska reiðarafelagið á sínari heimasíðu.

MSC gevur fiski, sum sambært felagsskapinum er fiskaður burðardygt, góðkenning. 

MSC stemplið ger tað lættari at selja fiskin fyri góðan prís, júst tí fiskiskapurin er mettur at vera burðardyggur. 

Makrelurin fekk MSC stemplið í apríl 2009. Men tað varð tikið aftur í desember í 2012, tí føroyingar og íslendingar fiskaðu ov nógvan makrel, varð sagt.

Nú fer MSC at endurskoða hesa avgerð. Tað arbeiðið verður liðugt í juli næsta ár.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520