Nú kann Strandferðslan útveita farleiðir

Nú kann Strandferðslan útveita farleiðir
Tingið hevur samtykt lógina, men treytin er, at túratalið ikki lækkar, og at ferðaseðlaprísurin ikki hækkar í meðal
Nú fer at bera til at útveita sjóvegis farleiðir hjá Strandferðsluni
 
09.05.2014 - 08:39

Nú ber til hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum at útveita sjóvegis farleiðir hjá Strandferðsluni til privatar at røkja. Løgtingið samtykti í gjárkvøldið við aðru viðgerð málið, og í dag verður lógin endaliga samtykt.
 
Samgongan atkvøddi fyri málinum, og andstøðan atkvøddu ímóti.

Treytir lagdar við

 Sambært lógini kunnu farleiðir hjá Strandferðsluni ikki útveitast uttan so, at tað tænastan verður minst líka góð og minst líka so bílig, sum hon er nú. Samstundis skal tað vera ein treyt, at túratalið skal ikki lækka, og prísurin á ferðaseðlum skal ikki hækka í miðal. Hvast orðaskifti var í tinginum um málið, og víst var m.a. á, at Útoyggjafelagið og fólk í Mykinesi hava sagt á fundi í Vinnunevndini, at tænastan á Mykines-leiðini er nógv versnað, síðani hon varð útveitt.

Gerhard Lognberg úr Sambandsflokkinum segði, at hann var ivasamur um uppskotið at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni, tí royndirnar av Farmaleiðum, sum eru á privatum hondum, eru ringar. Men tá meirilutin í Vinnunevndini broytti uppskotið, so túratalið ikki skal lækka og ferðaseðlaprísurin ikki hækka, kendi hanna seg tryggari.

Landsstýrismaðurin sissar

Johan Dahl, landstýrismaður, sum legði uppskotið fram, segði, at eingin farleið verður útveitt uttan so, at tað er ein fyrimunur fyri landið, og samstundis skal trygd fáast fyri, at avloysaraskip er tókt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011