Atlantsflog ikki børsskrásett longur

Atlantsflog ikki børsskrásett longur
Væntar at spara 1,4 milliónir kr. um árið
 
15.05.2014 - 08:57

P/f Atlantic Airways biður nú um at verða strikað í keypsskálunum í Keypmannahavn og Reykjavík. Tað kunngjørdi felagið í gjár.

Atlantic Airways væntar at spara 1,4 milliónir krónur um árið við at fara av børsunum.

Felagið boðaði eisini frá, at nógv teir flestu privatu partaeigararnir tóku av tilboðnum frá felagnum um at selja tí partabrøvini fyri kurs 210.

Tað almenna og Atlantic Airways eiga nú 95,72 prosent av Atlantsflogi.

Tey, sum ikki gjørdu vart við seg, tá tey fingu tilboðið um at selja, hava nú freist til 16.juni at selja síni partabrøv fyri 210 krónur fyri hvørt partabrævið, sum hevur navnvirðið 100.

Pengarnar fáa tey so 20.juni. Tey hava ikki annað val enn at selja, tí landið og Atlantic Airways eiga meira enn 90 prosent av felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659