Fyrireika kanning av fíggjarligum viðurskiftum

Fyrireika kanning av fíggjarligum viðurskiftum
Landsstýrismálanevndin fyrireikar nú kanning av fíggjarligu viðurskiftunum á Strandfaraskipum Landsins í 2013. Nevndin vil hava skjøl innan 14 dagar
Landsstýrismálanevndin fyrireikar nú kanning av fíggjarligum viðurskiftum á Strandfaraskipum Landsins í 2013

21.05.2014 - 22:30

Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum hevur í dag biðið Johan Dahl, landsstýrismann, Strandfaraskip landsins og Landsgrannskoðanina um frágreiðing og skjøl, nú nevndin fer at kanna Johan Dahl.

Allir fýra andstøðuflokkarnir hava kært fyrisitingina hjá Johan Dahl í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini á Strandfaraskipum Landsins í 2013.

Floksformenninir, sum hava skrivað undir kæruna, vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum, sum løgtingið fekk 1. mai. Í teimum eru nógvar óvanliga hvassar atfinningar at Vinnumálaráðnum og landsstýrismanninum.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/05/13/landsstyrismalanevndin-kannar-johan-dah...ýrismálanevndin kannar Johan Dahl

Andstøðan vil hava Landsstýrismálanevndina at gera niðurstøður um, hvørt Johan Dahl hevur fyrisitið á lógligan hátt, hildið stýrisskipanarlógina, lógina um landsins játtanarskipan og lógina um ábyrgd landsstýrisins.

Harafturat um Johan Dahl annars hevur røkt tær skyldur, sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av hesum málinum, sum er fíggjarliga støðan hjá Strandferðsluni í 2013.

Landsstýrismálanevndin hevur biðið um at fáa frágreiðingar og skjøl innan 14 dagar. Nevndin vil eisini hava at vita, um skjølini, hon fær, eru send nevndini í trúnaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Byrja einfalt
203358
Mikudag 28. januar
Morgunlestur mikudagur 28.januar 2026
203269
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Sunnudag 25. januar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
203325
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106