- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærin: Tann ákærdi drap við vilja

John Kølbæk, fúti, sum er ákæri í drápsmálinum í einum í húsum í Marknalíð í Havn í november í fjør, vísir øllum frágreiðingum frá tí ákærda manninum aftur.
Hann sigur, at ákærdi fleiri ferðir hevur broytt gerningsstaðið, og at frágreiðingar hansara hanga ikki saman.
Dómsviðgerð er í nevningatinginum í dag, at har ákæri og verji taka samanum og royna at sannføra nevningarnar.
Ákærin sigur, at tann ákærdi stakk hin mannin tvær ferðir, og at hann drap við vilja, tí hann tók tann størsta knívin, sum lá í skuffuni í køkinum hjá manninum, sum doyði.
Mánadagin fara teir 12 nevningarnir at taka støðu til, um ákærdi maðurin er sekur ella ikki.
Hoyr Óluvu Zachariasen greiða frá úr rættinum.
Sí eisini















