- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðmerkjari: Løgmaður er vinglutur
03.06.2014 - 11:06
Innlendis›Politikkur
Viðmerkjari: Løgmaður er vinglutur
Løgmaður og tingmanningin hjá Sambandsflokkinum eru ósamd um, hvat trupulleikin er, sigur Eirikur Lindenskov

- Løgmaður er ikki konsekventur í hesum málinum.
Tað sigur Eirikur Lindenskov, viðmerkjari, til politisku støðuna.
Hann sigur, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, heldur fast við, at málið um Jørgen Niclasen elvir til politiska órógv, men hann tekur ikki støðu til, um nakað óreiðiligt er farið fram.
Men tingmanningin sigur, at málið hevur við trúvirðið hjá Jørgeni Niclasen og samgonguni at gera, og tí tykist ósemja vera millum løgmann og tingmanningina um, hvat trupulleikin er.
Hoyr Eirik Lindenskov í samrøðu við Sigrúna H. Brend í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















