- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valfeløg vilja eisini sleppa at viðgera málið
03.06.2014 - 12:57
Innlendis›Samfelag
Valfeløg vilja eisini sleppa at viðgera málið
Nátúrligt at lokalfeløgini eisini sleppa at viðgera málið um Jørgen Niclasen, sigur formaðurin í Havnar Framburðsfelag

Avgerðin um, hvat skal henda í kjalarvørrinum á tollmálinum, skal ikki bara takast á ovastu rók í Fólkaflokkinum, tað er hjá landsstýrisfólki og tinglimum.
Tað halda lokalfeløg hjá Fólkaflokkinum, sum vilja sleppa við til borðs at viðgera málið.
Formaðurin í Havnar Framburðsfelag, Jógvan Poulsen, heldur tað vera nátúrligt, at lokalfeløgini eru við, tá málið skal viðgerast, og Heðin Zachariasen, formaður í Norðstreymoyar Fólkafloksfelag, er samdur við Jógvan Poulsen.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















