- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kæra aftur um hitamiðstøðina í Hoyvík
Eigarafeløgini inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum hava nú kært avgerðina at lata Fjarhitafelagið byggja eina hitamiðstøð í Hoyvík. Eisini hava heilsustarvsfólk, sum búgva í økinum, sent eina kæru í málinum.
Fjarhitafelagið fekk góðkenningina fyri nøkrum vikum síðan.
Í nyggju góðkenningini, sum Fjarhitafelagið fekk, stendur millum annað, at roykurin frá hitamiðstøðini skal ikki bera í sær heilsuvanda, ella vera til ampa hjá fólki í nærumhvørvinum. Fjarhitafelagið skal eisini fyribyrgja, at olja og dálkandi evni fara út í umhvørvið, og óljóð, ristingar og geislingar frá hitamiðstøðini skulu avmarkast sum mest.
Men eigarafeløgini og heilsustarvsfólkini í býlinginum halda ikki, at tær broytingarnar, sum eru gjørdar í nýggju góðkenningini, bøta um vandarnar við einari hitamiðstøð, ið brennur olju.
Savna eisini undirskriftir
Eigarafeløgini hava eisini savnað undirskriftir hesa seinastu tíðina at mótmæla hitamiðstøðini. Í skrivinum til undirskriftinnsavningina stendur millum annað, at broytingarnar hava ikki bøtt um heilsuvandarnar, sum kunnu standast av einari hitastøð, ið brennur olju.
"Sannføring okkara er ongantíð so greið sum nú: Váðin er alt, alt ov stórur til, at vit tora at festa alt okkara álit á nakrar modellútrokningar við alt ov stórum óvissu-marginalum", skriva eigarafeløgini.
Eigarafeløgini halda, at meginreglan yvirhøvur at byggja eina hitamiðstøð í einum øki við vanligum sethúsum er skeiv og ótíðarhóskandi.