- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valfeløg taka undir við at Jørgen stevnir
05.06.2014 - 14:15
Innlendis›Politikkur
Valfeløg taka undir við at Jørgen stevnir
Formaðurin í Havnar Framburðsfelag er væl nøgdur við fundin í gjár

Jógvan Poulsen er formaður í Havnar Framburðsfelag
Lokalu feløgini í Fólkaflokkinum góðtaka frágreiðingina hjá formanninum, Jørgeni Niclasen, í tollmálinum, og tey taka undir við, at hann fer at stevna Kringvarpinum og Portalinum.
Formaðurin í Havnar Framburðsfelag, Jógvan Poulsen, er væl nøgdur við fundin í gjár, men annars hava onnur feløg, sum Kringvarpið hevur verið í sambandi við, ikki hug at gera viðmerkingar. Absalon í Buð, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag sigur, at tey á fundinum í gjár vóru samd um ikki at gera viðmerkingar til málið.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















