Vil greina evropeiskt fíggjareftirlit í Føroyum

Vil greina evropeiskt fíggjareftirlit í Føroyum
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vil hava løgmann at reisa málið á ríkisfundinum 17. juni
Jørgen Niclasen er landsstýrismaður í fíggjarmálum
 
06.06.2014 - 14:48

Ein arbeiðsbólkur hjá Føroyum, Grønlandi og Danmark eigur at greina eftirlitið við fíggjarstovnunum, nú ætlanin er at stovna felags evropeiskt fíggjareftirlit fyri londini, sum hava evruna sum gjaldoyra.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur biðið løgmann nevna hetta á ríkisfundinum, sum verður í Føroyum 17.juni.

Neyðugt at kanna fyrimunir og vansar

Jørgen Niclasen sigur, at neyðugt er at kanna, hvørjir vansar og hvørjir fyrimunir eru fyri Føroyar, um eftirlitið við fíggjarstovnum í Føroyum verður uttan fyri felags evropeiska fíggjareftirlitið, og hvat hendir, um Føroyar onkursvegna eru við í felags evropeiska fíggjareftirlitinum.

Í Danmark er longu arbeiðsbólkur settur við embætisfólkum úr ymiskum ráðharrastovum at kanna fyrimunir og vansar við luttøku í styrkta bankasamstarvinum.

Hvussu verður í Føroyum?

Um Danmark vil vera við í styrkta evropeiska bankasamstarvinum, má greiða samstundis fáast á, hvussu eftirlitið við peningastovnum skal vera í Føroyum og Grønlandi, sum ikki eru í ES.

Nú hevur danska fíggjareftirlitið eftirlit við føroysku og grønlendsku peningastovnunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204