Umboðsmaðurin átalar Almannaverkið

Umboðsmaðurin átalar Almannaverkið
Ein kærari fekk 13.000 krónur ov lítið útgoldnar
Sólja í Ólavsstovu er løgtingsins umboðsmaður
 
16.06.2014 - 09:06

Almannaverkið hevur fingi átalu frá Løgtingsins umboðsmanni. 

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Almannaverkið ikki gav klagaranum skrivliga útgreining av eini avgerð um endurgjald fyri mista inntøku vegna sjúkt barn. 

Hóast fleiri rykkjarar, tók tað Almannaverkinum átta mánaðir at senda klagaranum útgreinginina. 

Eftir at umboðsmaðurin hevði sent Almannaverkinum klaguna til ummælis, og Almannaverkið hevði eftirkannað málið fyri aðru ferð, vísti tað seg, at klagarin hevði fingið útgoldið umleið 13.000 krónur ov lítið. 

Umboðsmaðurin helt handfaringina av málinum vera alt annað enn nøktandi, og gav Almannaverkinum eina átalu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Fríggjadag 2. januar
Morgunlestur fríggjadagur 2. januar 2026
202085
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132