- Tíðindi, mentan og ítróttur
Faroe Pelagic byggir frystigoymslu

Faroe Pelagic fer nú at byggja frystigoymslu á havnarlagnum í Kollafirði.

Tórshavnar kommuna gav á býráðsfundi í gjárkvøldið Faroe Pelagic loyvi at langtíðarleiga eitt 4.600 fermetra stórt øki á havnarlagnum í Kollafirði at byggja á. Hetta er økið millum frystigoymsluna hjá Samskip og uppsjóvarvirkið hjá Faroe Pelagic.

Við at byggja egna frystigoymslu, fær Faroe Pelagic betri stýrt øllum liðum í framleiðsluni - frá tí, at rávøran verður keypt, til lidna vøran verður avskipað. Faroe Pelagic fer tó framhaldandi at hava tørv á at brúka frystigoymsluna hjá Samskip til virksemið hjá felagnum í Kollafirði.

Faroe Pelagic byrjaði sítt virksemi í desember 2009. Síðan virkið læt uppaftur, eru fleiri útbyggingar gjørdar, og framleiðsluorkan er í løtuni umleið 900 tons um samdøgrið. Men málið er at koma upp á 1200 tons.

Faroe Pelagic ætlar eisini goymlsuna til pakkitilfar. Tí hevur virkið eisini fingið játtað eitt 350 fermetra lendi á havnarlagnum í Kollafirði til hetta endamál.