Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs
Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum
Vesturskin - á myndini - og Vesturvarði eru nú seldir til Vágs
 
18.06.2014 - 10:25

Nýggja partafelagið Baglhólmur í Vági hevur keypt trolararnar Vesturvarða og Vesturskin úr Sørvági. Hvør trolarin er keyptur fyri 12 mió. kr.  

Vesturskin hevur fingið navnið Pumin K, og er skrásettur í Lopra. Vesturvarði eitur nú Tórun K og hevur heimstað í Vági.

Vesturskin og Vesturvarði høvdu 120 fiskidagar hvør. 

Higartil er eingin fiskidagur brúktur í hesum fiskiárinum sambært yvirlitinum hjá Vørn, so Pumin K og Jórun K hava 120 fiskidagar hvør til 1.september. 

Kalsevni og Grímur Kamban

Trolararnir eru bygdir á Akureyri í 1986-87. Teir komu til Føroya í november 2002 og itu tá Kalsevni og Grímur Kamban.

Teir, sum eiga nótaskipið Grunnabarð, stovnaðu partafelagið Baglhólm herfyri.

Tað hevur ljóðað, at feløgini South Pelagic og Baglhólmur arbeiða við at keypa danska nótaskipið Asbjørn Senior, sum kom til Føroya úr Hirtshals 1.juni. 

Asbjørn Senior liggur á Kollafirði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290