Lærarar verða ikki kunnaðir um skúlabroytingar

Lærarar verða ikki kunnaðir um skúlabroytingar
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað er ikki í lagi, at lærarar skulu frætta um skúlasamanleggingar ella niðurleggingar í fjølmiðlunum
Herálvur Jacobsen er formaður í Lærarafelagnum
 
19.06.2014 - 10:33

Viðhvørt frætta lærarar í fjølmiðlunum, at skúli teirra skal leggjast saman við øðrum skúla, ella leggjast niður.

Summar kommunur siga hvørki skúla ella lærarum frá broytingum, sum eru á veg.

- Tað er ikki í lagi, at lærarar skulu frætta um skúlasamanleggingar ella niðurleggingar í fjølmiðlunum. 

Summastaðni kemur politiska leiðslan við útmeldingum, áðrenn skúlin og lærararnir eru  kunnaðir um, at broytingar eru á veg, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið.

Hann sigur, at summar kommunar kunna ikki starvsfólkini nóg væl um broytingar í skúlunum.

Ymiskar politiskar útmeldingar

Politisku útmeldingarnar eru ymiskar í somu kommunu. Tað veldst um, hvønn tú spyrt. Fólk fara at hugsa, um tey skulu søkja sær starv aðrastaðni, sigur Herálvur Jacobsen.

Tað er lítið, Lærarafelagið fær gjørt við hetta, sigur formaðurin. 

- Kommunurnar gera av, hvussu skúlabygnaðurin er. 

Men tað verður ein av høvuðsavbjóðingunum hjá Lærarafelagnum í framtíðini at ávirka tilgongdina, so loysnirnar eru virðiligar fyri lærarar og skúlaleiðslur, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086