TF-íløgur selt partabrøv í Bakkafrosti

TF-íløgur selt partabrøv í Bakkafrosti
Íløgufelagið eigur nú minni enn fimm prosent í alirisanum
 
25.06.2014 - 07:54

TF-Íløgur hjá TF-Holding hjá Tryggingarfelagnum Føroyum seldu í gjár partabrøv í Bakkafrosti fyri 69,9 mió. norskar krónur, slakar 63 milliónir danskar.

TF-Íløgur seldu fjórðingin av sínum partabrøvum, 600.000 partabrøv, fyri kursin 116,50 norskar krónur, upplýsir Bakkafrost í fráboðan til keypsskálan í Oslo í gjár.

Partabrævasølan ger, at TF-Íløgur fara niður um fimm prosent í partabrøvum í Bakkafrosti. 

Eftir søluna í gjár eiga TF-Íløgur knappliga 3,8 prosent í Bakkafrosti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523