Skal hava íslendskt navn fyri at fáa pass

Skal hava íslendskt navn fyri at fáa pass
Íslendskir myndugleikar vilja ikki geva gentu pass, tí hon eitur Harriet
 
03.07.2014 - 09:52

Íslendska navnalógin vekir ans í Onglandi. 

Orsøkin er, at íslendsku myndugleikarnir vilja ikki geva einari gentu, ið kallast Harriet, nýtt pass, uttan so at navnið verður broytt, so tað samsvarar íslendsku navnalógini. Stóra enska blaðið hevur tíðindini frá Vísir.

Harriet er 12 ára gomul. Pápi hennara er breti og mamman íslendsk. Familjan, ið býr í Kópavogi, ætlaði at halda summarfrí í Fraklandi, men tað ber illa til at ferðast við ongum passi.

Harmast

Foreldrini, Tristan Cardew og kona hansara Kirstin,  harmast støðuna.  Vóru bæði foreldrini útlendsk, hevði Harriet kunnað itið Harriet í passinum, men tá annað av foreldrunum er íslendskt, og barnið er føtt í Íslandi, skal navn barnsins samsvara við íslendsku navnalógina. Harriet hevur higartil bert itið "Genta Cardew" í passinum. 

Harriet hevur dupultan ríkisborgararætt, og foreldrini ætla nú at fara til Onglands at fáa enskt pass til hennara.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961