Herverk á politistøðina í Klaksvík

Herverk á politistøðina í Klaksvík
Vakmyndatól staðfestu, hvør gerningsmaðurin er
 
04.07.2014 - 11:37

Herverk varð í nátt framt á politistøðina í Klaksvík. Ein steinur er grýttur gjøgnum síðurútin í úthurðini.  

Løgreglan hevur vakmyndatól á bygninginum, og tí er lætt at staðfesta, hvør gerningsmaðurin er. Og hann verður handtikin í morgun, sigur Rani Wardum, vakthavandi á politistøðini.

Í Leirvík vórðu boð seint í gjárkvøldið send eftir sløkkiliðnum, tí hildið var, at eldur var í skúlanum.  Tá fólk kom á staðið, varð greitt, at tveir menn høvdu kynt eld í tvær eingangsgrillir, og tað elvdi til nógvan royk.

Grillirnar vórðu sløktar, men søgan sigur einki, um búffarnir vórðu gjøgnumsteiktir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558