- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis sær skráin fyri Føroya-vitjanina út

Kl. 8.55 er politiskur fundur í Tinganesi. Evnið er samstarvs- og vinnuviðurskiftir millum Føroyar og Noreg, so sum fiskivinna, alivinna, olju- og gassvinnan, støðan í Arktis og framtíðar samstarvsmøguleikar.

Kl. 9.45 verður tíðindafundur í Tinganesi.

Kl. 10.30 er Tórshavnar Kommuna vertur fyri borðhaldi í Kirkjubø.

Stoltenberg fer avstað aftur við serflogfarið um middagsleitið.

Hetta var fyrstu ferð síðan Per Borten vitjaði Føroyar í 1966, at vit hava vitjan av einum sitandi norskum forsætisráðharra. Á kvøldsetuni í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið helt Jens Stoltenberg, at tað er ov galið, at tað skal ganga so long tíð millum vitjanirnar.

Eftir kvøldsetuna í gjár, var landsstýrið vertur fyri einum døgurða í Mullers Pakkhúsi í Havn.

Í røðu síni her, legði Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, dent á longu søguligu sambondini millum Føroyar og Noreg.

Sum minni um Føroyavitjanin fekk Jens Stoltenberg handað eitt avrit av elsta varðveitta føroyska handritinum, Seyðabrævinum. Seyðabrævið er prógv um eina forna norska lóg, ið varð galdandi lógartekstur í Føroyum í mong ár.