Svimjarar taka føroysk met

Svimjarar taka føroysk met
Bæði Ásbjørg Hjelm og Óli Mortensen hava sligið føroysk met í Niðurlondum
 
10.07.2014 - 05:58

Tveir føroyskir svimjarar settu nýggj met í Evropeisku juniormeistarastevnuni, sum byrjaði í gjár.

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti føroyskt met og juniormet í 50 metur bringusvimjing. Hon svam teinin við tíðini 35,33 sekund. Gamla føroyska metið frá 2008 átti Malan Vitalis Bærendsen.

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelagi sett føroyskt juniormet í 400 metur frísvimjing. Tíðin hjá Óla var 3,59,67. Óli tók næstan tvey sekund av gamla metinum, sum hann sjálvur átti.

Svimjing.com skrivar, at í 100 metur frísvimjing var Victoria Wigant Eysturdal ein hundraðpart frá sínum føroyska juniormet. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162

Meira um sama evni