Húsalánsgrunnurin fer at veita realkredittlán

Húsalánsgrunnurin fer at veita realkredittlán
Samráðingar eru við danskt realkredittfelag, og væntandi verða samráðingarnar lidnar fyri summarfrítíðina
Realkredittlán úr Húsalánsgrunninum skulu verða bíligari enn tey, sum bankarnir lata

14.05.2012 - 16:18

Húsalánsgrunnurin fer nú at bjóða realkredittlán, sum verða bíligari enn realkredittlánini, bankarnir kunnu veita, skrivar Sosialurin.

Samráðingar eru við eitt danskt realkredittfelag, og tær ganga so mikið væl, at ein avtala væntandi verður gjørd fyri summarfrítíðina, sigur Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum.

Politiski myndugleikin skal góðkenna avtaluna, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur við Sosialin, at tá Húsalánsgrunnurin er komin við einum útspæli, verður tað viðgjørt í Fíggjarmálaráðnum.

Endamálið við, at Húsalánsgrunnurin eisini skal veita realkredittlán, er, at tað skal verða bíligari hjá lántakaranum.

Andras Róin heldur, at realkredittlánini í Føroyum eru ov dýr, tí bankarnir eftir hansara tykki taka ov stórt umsitingargjald. Realkredittlánið úr Húsalánsgrunninum skal helst verður millum eitt og hálvt annað prosent bíligari enn tað, sum bankarnir lata, sigur Andras Róin við Sosialin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457