Ikki pláss fyri fleiri at fiska makrel

Ikki pláss fyri fleiri at fiska makrel
Nógvar umsóknir um loyvi at fiska makrel og sild
Fiskimálaráðið vil ikki hava fleiri at fiska makrel og sild og letur tí ikki nýggj veiðiloyvi
 
17.07.2014 - 12:39

Útlendsk skip, sum ætlanin var at fáa til Føroya at fiska makrel og norðhavssild, fáa ikki loyvi frá Fiskimálaráðnum.

Ein bunki av brøvum, sum enda við orðunum "niðurstøðan er, at umsókn tykkara ikki verður gingin á møti," er farin úr Fiskimálaráðnum seinastu dagarnar:

Fyri at sleppa at fiska makrel og norðhavssild krevst veiðiloyvi. Uttan veiðiloyvi ber ikki til at fáa fiskiloyvi.

Og nýggj veiðiloyvi vera ikki latin.

Allar ætlanir um at fáa fleiri uppsjóvarskip í føroyska flotan eru kollsigldar í Fiskimálaráðnum.    

Ikki fleiri aktørar

Ætlanin er ikki at geva fleiri loyvi at fiska makrel og norðhavssild í ár.

Ætlanin er ikki, at fleiri aktørar skulu sleppa framat, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tekur til. 

Ella tað gjørdi hann fyri einum góðum mánað síðani.

Men hann segði tað við tí fyrivarni, at kunngerðin um fiskiskapin í 2014 var ikki liðug tá. 

Nú er kunngerðin líðug, lýst og komin í gildi. 

Fáa ikki veiðiloyvi 

Og síðani hava "nýggir aktørar" fingið svar frá Fiskimálaráðnum. Umsókn teirra um at sleppa at fiska uppsjóvarfisk er ikki gingin á møti. Veiðiloyvi verður ikki latið. 

Útvarpið hevur fingið innlit í 20 umsóknir, sum fingu nei frá Fiskimálaráðnum.

Í nógvum førum er talan um at keypa skip úr øðrum londum at fiska av millum annað føroysku makrelkvotuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849