Trætumálið um námsfrøðingar framvegis í óvissuni

Trætumálið um námsfrøðingar framvegis í óvissuni
Óvist er enn, um Fasti Gerðarrættur tekur upp aftur málið hjá Pedagogfelagnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum um námsfrøðingarnar í forskúlunum.
 
20.07.2014 - 10:16

Pedagogfelagið vil hava málið uppafturtikið, tí mannagongdin var ikki røtt, tá Gerðarrætturin viðgjørdi og avgjørdi málið fyrst í juli.

Sambært sáttmálanum um Fastan Gerðarrætt kunnu formenninir í serligum føri, í semju, eftir áheitan frá parti innan fyri fýra vikur frá úrskurði taka málið upp av nýggjum sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimirnir eru við.
Formenninir eru Halgir W. Poulsen og Gurið Joensen. Halgir W. Poulsen hevur sagt við Útvarpið, at hann veit ikki, um málið verður tikið uppaftur. Gurið Joensen segði við Útvarpið fríggjadagin, at hon hevði ikki sæð nakra áheitan um at taka málið uppaftur.
Skal málið um námsfrøðingarnar takast upp aftur, skal tað vera fyri 3.august.  

Vanliga avgera tríggir gerðarrættardómarar málini, sum Fasti Gerðarrættur fær. Men semjast formenninir um at taka eitt mál uppaftur, skulu allir átta gerðarrættardómarar vera við. 
Pedagogfelagið vil eisini hava nevndina í Fasta Gerðarrættinum at viðgera støðuna eftir úrskurðin hjá Fasta Gerðarrætti 3.juli.
Nevndin hevur, sum skilst, fund fyrst í august.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429