- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið fingið rokning fyri kvett samstarv
Løgtingið hevur nú fingið rokning frá Anfinni V. Hansen fyri arbeiðið, hann gjørdi, tá hann var kanningarstjóri fyri løgtingið.
Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, hevur sæð rokningina í dag. Hon vil tó ikki siga, hvussu stór, rokningin er. Og innlit fæst ikki í rokningina, sigur hon.
Annfinn V. Hansen, advokatur, var kanningarstjóri fyri løgtingið í slakar tveir mánaðir, frá 19.november í fjør til 10.januar í ár.
Hann gavst eftir ein fund við løgtingsformannin, tí ivi var sáddur um gegnið hjá Annfinni V. Hansen.
Millum annað var hann sum formaður í Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum líka við at undirskriva sáttmála við Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, um fígging til Eysturoyartunnilin.
Og sum kanningarstjóri skuldi Anfinn V. Hansen kanna lutin hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, og hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í tunnilsmálinum, har sum júst CIP átti stóran lut.
Danska íløgufelagið skuldi bæði gera og eiga Eysturoyartunnilin.
Advokatetikkur og gegni
Nakrar dagar eftir, at Anfinn V. Hansen fór frá sum kanningarstjóri, segði Útvarpið, at Løgtingsskrivstovan fór ikki at taka støðu til, um Annfinn V. Hansen var gegnigur ella ikki, fyrr enn rokningin frá honum kom.
Nú er rokningin komin, men hvørki rokningin ella gegnisspurningurin eru viðgjørd enn á Løgtingsskrivstovuni, sigur Súsanna Danielsen.
Advokatetisku reglurnar siga, at ein ógegnigur advokatur hevur ikki rætt til samsýning, tá hann er loystur frá málinum, tí advokatar hava skyldu til at boða frá alt fyri eitt, um teir eru gegnigir at fáast við eitt mál, teimum stendur í boði.
Annfinn V. Hansen helt uppá, at sjálvur mett hann seg ikki vera ógegnigan at vera kanningarstjóri.
Eykajáttan til kanningar
Sama, hvussu stór rokningin hjá Anfinni V. Hansen er, fara kanningar at kosta løgtinginum nógv í ár.
Formansskapurin í løgtinginum noyðist at biðja løgtingið um eykajáttan til tvær kanningar, sum løgtingið hevur sett í gongd.
Talan er um grein 19 nevndina, sum kannar Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, og játtan til kanningarstjóran, Hans Gammeltoft-Hansen og hansara fólk, sum kanna lutin hjá Kára P. Højgaard og hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni um privata Eysturoyartunnilin.
Súsanna Danielsen sigur, at tal er ikki sett á eykajáttanina enn, men talan verður um nógvar pengar.]]