Náttin hevur verið lívlig

Náttin hevur verið lívlig
Ein maður handtikin fyri herverk
 
29.07.2014 - 10:05


Av Politistøðini í Havn verður sagt, at náttin hevur verið lívlig, sum vakthavandi tekur til.
 
Sjey - átta ferðir ferðir var sjúkabilurin sendur í býin eftir fólki, sum vóru dottin.

Nakað av harðskapi hevur verið, og eitt teirra endaði sum politimál.

Tað var ein maður, sum fýra ferð framdi herverk av ymiskum slag. Hann varð handtikin og sendur til Klaksvíkar at sova rúsin av sær.
 
Nógv fólk var í býnum í nátt, men tá tað fór at regna um eitt tíðina tyntist rættiliga skjótt við fólki, verður sagt av Politistøðini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232