Øll hús í Havn á sølulista savnað i talgilt kort

Øll hús í Havn á sølulista savnað i talgilt kort
Hús og íbúðir, ið eru til sølu í Tórshavnar kommunu, eru nú savnað saman í talgilt kort, so áhugaðir keyparar fáa betri yvirlit. Royn kortið her
Eitt talgilt, samvirkið kort skal nú gera tað einfaldari hjá fólki, at síggja, hvørjar fastar ognir eru til sølu, hava tey ætlanir um at búseta seg í høvuðsstaðarkommununi
Mynd: Skíggjamynd/torshavn.her.fo  
 
31.07.2014 - 14:55

Tórshavn, Kaldbak, Kollafjørður, Velbastaður, Nólsoy, Signabøur og Hvítanes. Tað trýtur ikki við húsum, íbúðum, grundstykkjum og jarðarstykkjum, sum í løtuni verða seld í Tórshavnar kommunu.

Royn samvirkna kortið niðanfyri í greinini

Í løtuni eru 145 til sølu á sølulistum hjá teimum ymisku meklarunum, ið átaka sær at selja hús, íbúðir, grundstykki og jarðarstykki fyri fólk, ið vilja búgva í størstu kommununi í landinum.

Tórshavnar kommuna hevur tikið stig til at gera tað einfaldari hjá fólki, ið hava ætlanir um at seta føtur undir egið borð í høvuðsstaðarkommununi, og hevur savnað allar ognirnar saman í eitt samvirkið kort.

Lættari hjá keyparum at fáa yvirlit

Kommunan hevur tikið stig til, og gjørt, eitt talgilt, samvirkið kort, har fólk fáa yvirlit yvir, hvar í kommununi hús, íbúðir, grundstykki og jarðarstykki eru lýst til sølu.

Á samvirkna kortinum kanst tú síggja allar ognir, sum í løtuni eru á sølulista hjá teimum ymisku húsameklarunum. Tilsamans eru 145 á sølulista í høvuðsstaðarkommununi.

Sí og royn kortið her: Fastognir til sølu í Tórshavn (letur upp í nýggjum kaga)

Tú kanst eisini velja, um tú bert vilt síggja sethús, raðhús, íbúðir, vinnubygningar, neyst, summarhús, grundstykki ella jarðarstykki á samvirkna kortinum á slóðini omanfyri her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498