Fleiri nevndir og ferðin upp í býráðnum í Havn

Fleiri nevndir og ferðin upp í býráðnum í Havn
Sjey nevndir í staðin fyri fimm skulu betra sambandið millum politikarar og embætisfólk
Seinni býráðsfundurin um bygnaðarbroytingarnar verður 14.august
 
01.08.2014 - 07:06

Fíggjarnevndin, Tekniska nevnd, Vinnunevndin og Mentamálanevndin eru eftir, men Trivnaðarnevndin verður strikað í nýggja bygnaðinum hjá Tórshavnar kommunu.

Og tríggjar nýggjar nevndir koma, Byggi- og býarskipanarnevnd, Umhvørvisnevnd og Heilsu- og umsorganarnevnd.

Nevndirnar verða nú sjey í staðin fyri fimm.

Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið bygnaðarbroytingarnar í kommunuskipanini.

Skjót avgreiðsla 

Endamálið er at fáa greiðari og betri samskifti og samstarv millum politisku skipanina og fyrisitingarøkini, so mál verða avgreidd nógv skjótari, og ferð kann setast á politiskar ætlanir, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. 

Hann sigur, at politiska arbeiðið í býráðnum verður styrkt, tí nevndarformenn fáa størri ábyrgd saman við umsitingini at leggja arbeiði til rættis, at fyrireika og avgreiða mál. Í hesum liggur eisini ein ábyrgd at samskipa arbeiðið millum politisku nevndirnar og millum nevnd og býráð. 

Slíkar bygnaðarbroytingar, sum skulu gerast í Tórshavnar kommunu, krevja eisini broytingar í kommunustýrisskipanini. Tær skulu tí tvær ferðir fyri býráðið fyri at verða samtyktar. Seinni fundurin um broytingarnar verður 14.august. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425