Retorikari: Sea Shepherd er ein væl smurd maskina

Retorikari: Sea Shepherd er ein væl smurd maskina
Pamela Anderson vitjaði í Føroyum um vikuskiftið - og bæði hon og Sea Shepherd fingu tað, tey komu eftir.
05.08.2014 - 10:43

Søgan um heimskendu Hollywood-stjørnuna, sum vitjaði í fjarskotnu Føroyum, hevur vakt ans kring knøttin - og á internetinum.

Eydna Skaale er retorikari. Sambært henni er Sea Shepherd ein ógvuliga vælsmurd maskina, sum hevur eina neyva og planlagda strategi, tá tey fara út við sínum boðskapi.

Í sambandi við vitjanina hjá Pamela Anderson í Føroyum, søgdu bæði hon og Sea Shepherd, at hon var komin til landið at tosa við føroyingar um grind og grindadráp. Hesum loyvir Eydna Skaale sær at ivast í.

Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Hans J. Hermansen, nevndarlim í Grindamannafelagnum, sum var gestur hjá Finni Koba í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979