Navia og Sirri taka ímóti ull

Navia og Sirri taka ímóti ull
Navia letur gávubræv, men Sirri letur einki fyri ullina
 
12.08.2014 - 08:12

Ullatíð er, og royndir verða nú gjørdar at fáa ullina til høldar, tó at lítil og eingin peningur er í arbeiðinum.

Navia tekur ímóti ull, og har lata tey fimm krónur fyri kilo sum gávubræv. Men teirra tørvur er so lítil, bara eini fimm tons, so tað munar lítið, tá havt verður í huga, at samlaða nøgdin av ull er eini 40 tons.

Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia, sigur við Kringvarpið, at av tí at tørvurin er so avmarkaður, taka tey bara móti ull úr Syðrugøtu og eystara armi á Skálafjørðinum. Ullamóttøkan hjá teimum er í Oyrunum á Toftum.

Árni Brattaberg frá Sirri er farin í samstarv við IRF um restina av ullini. IRF hevur sett bingjur upp til endamálið í Klaksvík, á Sandi, í Trøllavík í Suðuroynni, í Runavík, Norðragøtu, Nesvík, Vestmanna og í Vágum. Ullin verður síðani flutt til Kollafjarðar, har ein móttøka eisini er.

Fáa einki afturfyri

Men einki verður latið bøndrunum fyri ullina, sum teir lata í IRF-bingjurnar. Árni Brattaberg heldur kortini, at hetta er frægari loysn, enn at ullin fer fyri skeytið. 

Sirri pakkar ullina, sendir hana til Onglands at vaska og síðani til Litavia til virkingar.

Bøndur kunnu sleppa av við ullina næstu 14 dagarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449