West Hercules á Skálafjørðin mikudagin

West Hercules á Skálafjørðin mikudagin
Arbeiði verður til 100-200 fólk, eisini føroyingar
 
18.08.2014 - 08:23

Boripallurin West Hercules kemur eftir ætlan inn á Skálafjørðin til umvælingar mikudagin. Tvær síðuskrúvur á boripallinum skulu skiftast og aðrar umvælingar skulu gerast, áðrenn boripallurin setur kós móti Nýfoundlandi, har hann skal leita eftir olju fyri Statoil, nú tað ikki eydnaðist at finna olju nærindis hetlendska markinum. 

Sambært heimasíðuni oljan.fo verður arbeiði til millum 100 og 200 fólk í sambandi við umvælingarnar. Eitt nú eru 24 norskir kavarar komnir til Føroya a skifta síðuskrúvurnar. Men arbeiði verður eisini til føroyingar. 
Boripallurin fer væntandi at liggja á Skálafjørðinum í ein mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815