Fleiri tilburðir av listeriabakteriu í Danmark

Fleiri tilburðir av listeriabakteriu í Danmark
Eingin sjúkutilburður í staðfestur í Føroyum. Miklagarður hevur kallað fleiri kjøtvørur aftur
Listeriabakteria í rullupylsu frá fyritøkuni Jørn A hevur kravt 12 mannalív
 
18.08.2014 - 10:24

Fýra fólk aftrat eru smittað við listeriabakteriu í Danmark. Tað boðar Statens Serum Institut frá í morgun. Frammanundan eru 20 fólk smittað.

Tey fýra eru eisini øll smittað av rullupylsuni frá Jørn A. 

Serumstovnurin kannar í løtuni, um  trý onnur eisini eru smittað við somu listeriabakteriu. 

Eingin tilburður í Føroyum

Fyribils er eingin sjúkutilburðir staðfestur í Føroyum. Miklagarður í Havn kallaði tó í farnu viku fleiri kjøtvørur aftur. Orsøkin var, at kjøtvørurnar møguliga vóru skornar við somu maskinu í Danmark, sum ein rullupylsa frá fyritøkuni Jørn A. 

Fyritøkan Jørn A. er stongd, tí listeriabakterin hevur kravt 12 mannalív. 

Listeriabakteria er ikki lívshættislig fyri frísk fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040