Nýggjur varafúti 1. oktober

Nýggjur varafúti 1. oktober
Martin Gravesen kemur úr starvi hjá løgregluni á Bornholm. Hann tekur við eftir Finn Ougaard
Martin Gravesen er settur í starv sum varafúti í Føroyum í fýra ár
 
19.08.2014 - 10:15

Tann 1.oktober fáa Føroyar nýggjan varafúta.

Hann eitur Martin Gravesen. og kemur úr starvi sum umsitingarleiðari hjá løgregluni á Bornholm.

Martin Gravesen er 47 ára gamal. Hann er løgfrøðingur, og hevur eisini arbeitt í Grønlandi, Keypmannahavn og hjá ríkisløgregluni, har hann var varapolitimeistari.

Martin Gravesen er settur fyri fýra ár og tekur við sum varafúti eftir Finn Ougaard, sum fer frá við eftirløn síðst í august.

Linda Hesselberg hevur verið virkandi varafúti síðani hálvan september í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744