Landsjørð er dýrast í Havn

Landsjørð er dýrast í Havn
Jørð í høvuðsstaðnum, sum verður seld til annað enn landbúnaðar, kostar 137 kr. fyri fermeturin í veltum lendi
Miðalprísurin fyri 37 sølur í yvirlitinum er 33.000 krónur fyri eina gyllin, vísir eitt yvirlit frá Búnaðarstovuni
 
20.08.2014 - 11:15

Ymiskt er, hvussu nógv jørð verður seld fyri í Føroyum. Tað veldst um, hvar í landinum, jørðin er.

Sambært yvirlitum hjá Búnaðarstovuni, sum verkætlanarbólkurin hjá Fiskimálaráðnum fekk, tá hann skrivaði frágreiðing um at einskilja landsjørðina í Føroyum, kostar ein gyllin av ognarjørð úr 6.000 kr. í Hesti upp í 117.000 kr. í Norðtoftum.

Miðalprísurin fyri 37 sølur í yvirlitinum er 33.000 krónur fyri eina gyllin.

Dýrast í Havn

Tá landsjørð verður seld til annað enn landbúnað er hon dýrast í Havn, upp í 137 krónur fyri fermeturin í veltum lendi, sum liggur væl fyri. Í útoyggj og millum bygdir kostar fermeturin av góðum lendi 34 krónur, tá jørðin verður seld til annað enn landbúnað.

Verkætlanarbólkurin sigur, at hugsanin er, at festijørðin verður seld fyri ein prís, sum kann ásetast við grundarlagi í skrásettu prísunum hjá Búnaðarstovuni.

Sambært einum øðrum yvirliti er landsjørðin býtt í 285 festi. Onnur landsjørð burturav er í 533 pørtum og harafturat 236 í blandi við ogn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329