Pál Joensen vunnið EM-silvur

Pál Joensen vunnið EM-silvur
Pál Joensen tryggjaði sær fyri løtu síðani EM-silvur í Berlin
Mynd: Jan Arnskov

20.08.2014 - 17:26

Pál Joensen fekk í kvøld eitt sera flott útslit í EM-kappingini í Berlin.

Pál kom á mál í 1500 m. finaluni sum nummar tvey við tíðini 14.50.59. Vinnarin varð Gregorio Paltrinieri við tíðini 14.39.93

Vábingurin byrjaði varliga, og var hann leingi á fimta plássi, meðan Gabriele Detti (ITA) og Stephen Milne (ONG) vóru á ávíkavist øðrum og triðja plássi.

Taktikkurin hjá Páli riggaði. Tá ein triðingur var eftir, 500 metrar, tók hann teir báðar, og hann helt seg á øðrum plássi líka til hann kom á mál.

Eitt sera gott avrik frá Páli Joensen, sum er næstbestur á 1500 metra teininum í Evropa.

Her er ein samrøða, ið Rókur í Jákupsstovu frá Svimjisambandi Føroya gjørdi við Pál Joensen eftir svimjingina.

Úrslit og tíðir:

1. Gregorio Paltrinieri - Italia - 14.39.93

2. Pál Joensen - Føroyar - 14.50.59

3. Gabriele Dette - Italia - 14.52.53

4. Stephen Milne - Bretland - 14.53.83

5. Jay Lelliott - Bretland - 14.58.74

6. Gergely Gyurta - Ungarn - 15.03.26

7. Richard - Nagy - Slovakia - 15.11.97

8. Antonio Perez - Spania - 15.16.21

Í morgin svimur Pál innleiðandi umfarið í 800 m. kappingini, har hann skal royna at koma í finaluna, sum verður fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210