Krevja 10 mió. kr. í endurgjaldi fyri Skálaberg

Krevja 10 mió. kr. í endurgjaldi fyri Skálaberg
Skálaberg varð tikin og hildin aftur í Murmansk í 2009. JFK Trol hevur stevnt Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi
Russar tóku Skálaberg og hildu skipinum aftur í 2009. Nú kemur eftirspælið
 
21.08.2014 - 11:07

Ósemjan millum Fiskimálaráðið og JFK Trol, hvør hevði ábyrgdina av, at russar tóku Skálaberg og hildu skipinum aftur í Murmansk veturin 2009, kemur fyri rættin um eina góða viku. 

29. august er  fyrireikandi rættarfundur, upplýsir Niels Winther Poulsen, sakførari hjá JFK Troli.

Endurgjaldskravið frá Fiskimálaráðnum er 10 milliónir kr.  At fyrireikandi rættarfundur er um eina góða viku, merkir tó ikki, at endi nú verður á stríðnum, sum hevur vart í skjótt fimm ár, sigur Niels Vinther Poulsen. 

Bíða eftir russum

Í løtuni bíða partarnir eftir svari frá russiskum myndugleikum, hvussu teir tulka ymiskar russiskar lógir, sum hava týdning í málinum. 

Skálaberg varð tikin og lagdur í Murmansk, tí russar mettu, at skipið hevði einki fiskiloyvi Haraftrat hildu russar, at skipið hevði fiskað meira enn kvotan ásetti.

Endin á ósemjuni var, at JFK Trol rindaði fimm milliónir krónur í bót. 

JFK Trol vil hava 10 mió. kr. í endurgjaldi. Fimm vóru fyri bótina og aðrar fimm vóru fyri, at tilburðurin seinkaði søluni av Skálabergi, fyri mista fiskitíð og fyri útreiðslur í sambandi við at skipið varð hildið aftur í Murmansk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815