Neyðugt at hava gott samband við donsku tænastuna

24.08.2014 - 17:23
InnlendisSamfelag
Neyðugt at hava gott samband við donsku tænastuna

Eitt føroyskt sendifólk í Moskva fær ikki stóran týdning fyri vinnulívið, uttan so at góða sambandið við donsku uttanríkistænastuna verður varðveitt.

Tað heldur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sum útflytir laks til russiska marknaðin fyri millum 150 og 300 milliónir kr. um árið.

Løgmansskrivstovan søkir nú eftir sendifólki til Moskva. Umframt at umboða føroyska myndugleikar mótvegis russiskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Moskva, skal sendifólkið røkja sambandið við vinnulív og mentanarlív.

Regin Jacobsen sigur, at tað er avmarkað, hvat tann føroyska uttanríkistænastan kann gera.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947