Fleiri føroyingar doyggja av krabbameini
Fleiri føroyingar doyggja av krabbameini
Alsamt fleiri føroyingar doyggja av krabbameini enn fyri 30 árum síðan, vísa nýggj hagtøl. Hinvegin doyggja færri av hjarta- og æðrasjúkum
Fleiri føroyingar doyggja í dag av krabbameini enn fyri 30 árum síðan. Hinvegin doyggja færri nú av hjarta- og æðrasjúkum, vísa nýggj hagtøl hjá Hagstovuni
25.08.2014 - 09:35
Hagtølini tala sítt týðiliga mál; fleiri føroyingar doyggja í dag av krabbameini meðan færri dag doyggja av hjarta- og æðrasjúkum enn fyri 30 árum síðan, vísa nýggj hagtøl hjá Hagstovu Føroya.
Stabbamyndin hjá Hagstovu Føroya omanfyri vísir, hvørjum fólk doyðu av í 1983/84 og í 2011/12, ið eru nýggjastu hagtølini.
Fyri tretivu árum síðan doyðu meir enn helvtin av hjarta- og æðrasjúkum, 52% hjá monnum og 53% hjá kvinnum, sambært nýggju hagtølunum hjá Hagstovuni
Næst vanligasta deyðsorsøkin var krabbamein (21% hjá monnum og 22% hjá kvinnum). Nú eru tey, ið doyggja av hjarta- og æðrasjúkum, minkað niður í 30% hjá monnum og 26% hjá kvinnum.
Hinvegin eru talið av føroyingum tey, ið doyggja av krabbameini, vaksið upp í 31% hjá monnum og 26% hjá kvinnum. Aðrar broytingar eru millum annað, at tað eru nógv færri, ið doyggja av vanlukkum nú enn fyri tríati árum síðani.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611