- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar eftir hæli á FIFA-styrkilista
<div>FSF skrivar, at Føroyar, sum á FIFA-listanum liggja ímillum afrikansku londini Kongo og Kenja, hava 284 stig. Hetta er 29 stig fleiri enn Ísland. Á seinasta FIFA-styrkislistanum er Ísland á 131. plássi. Danmark er farið tvey pláss fram, og er nú á 9. plássi. Hetta er fyrstu ferð, at danska landsliðið er ímillum 10 tey bestu plássini síðani august 1997.</div><div><br></div><div>Í oddinum er framvegis Spania. Týskland er á 2. plássi, tí Holland er farið tvey pláss niður eftir listanum. Svøríki, Norra og Finnland eru ávikavist nummar 17, 24 og 79.</div>