- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gudmund stinnast á súkkluni 2. páskadag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/a6107f71b0d5b98d0cddaa058efd3f53.png?itok=0xKMDKxD)

Startur og mál í súkklukappingini 2. páskadag, sum Tórshavnar Súkklufelag skipaði fyri, vóru við Skógrøkt Landsins á Hvítanesvegnum í Havn. Súkklast skuldi til Gomlurætt og aftur til Havnar, framvið mál-økinum og til Kalbaks og aftur. Teinurin var góðar 54 km til longdar.

Hjá kvinnunum vann Eyðfríð Christiansen sannførandi á Anniku Vang sum gjørdist nummar 2.

Unglingarnir súkklaðu bert til
Gomlurætt og aftur til Havnar, tilsamans einar 25 km. Tóri
Nielsen varð fyrstur, Tummas
Simonsen næstur og triðfremstur varð Bartal Dam
Gregoriussen.

Flest súkklarar vóru í mansbólkinum. Gudmundur Joensen vann sannførandi, nummar tvey varð Gunnar
Dahl-Olsen og nummar trý Andrass Joensen.